- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðseftirlitið hevur kannað arbeiðsóhapp í dag
Arbeiðseftirlitið hevur kannað arbeiðsóhapp í dag
Arbeiðsóhappið var umborð á Baki, sum liggur í Runavík. Ein handverkari umvældi MOB-bátin umborð, men varð av onkrari orsøk slongdur úr bátinum

23.03.2018 - 20:34
Maðurin lendi niðri á einum dekki longri niðri. Arbeiðseftirlitið kannar, um útgerðin tøkniliga var í lagi.
Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, - hann hevði pínu í beinunum.
Leivur Persson, stjóri á Arbeiðseftirlitinum sigur, at nú skulu upplýsingarnar kannast og síðani verður frágreiðing skrivað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV