Flogferðslan í Grønlandi rakt av donskum verkfalli

Flogferðslan í Grønlandi rakt av donskum verkfalli
Fólk í Grønlandi eru farin at stúra fyri flogferðsluni, um arbeiðssteðgur kanska verður á almenna arbeiðsmarknaðinum í Danmark í apríl.
 
20.03.2018 - 08:33

Tí millum annað Dansk Meteorologisk Institut, DMI, verður rakt. DMI ger veðurtíðindi, sum grønlendska flogferðslan brúkar.

DMI ger verðurtíðindi til allar flogvøllir í ríkinum, eisini tann í Vágum, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR, á heimasíðuni. 

KNR hevur tosað við stjóran í DMI, Marianne Thyrring. Sambært henni fær DMI ikki gjørt veðurtíðindi til flogvøllir, um fólkið fer til hús.

Ferðslustýrið í Danmark hevur góðkent DMI og ongan annan at lata flogvøllum í ríkisfelagsskapinum veðurforsagnir. 

Air Greenland hevur ongar viðmerkingar um ein møguligan arbeiðsstegð í Danmark. Tað hevur heldur ikki eydnast KNR at fáa ein viðmerking frá flogvøllunum í Grønlandi.

Men stjórin í deildini hjá landsstýrinum fyri millum annað ferðslu, Ruth Lindhardt, sigur við blaðið Sermitsiaq, at arbeiðssteðgur í Danmark fer at ávirka flogferðsluna í Grønlandi.

Verkfall verður í Danmark 4 .apríl, um semja ikki fæst í lag millum fakfeløgini og statin og kommunurnar.

Verkbann er lýst at koma í gildi tann 10.apríl.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130