- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kringvarpið gjørdi ov nógv av
Kringvarpið gjørdi ov nógv av, tá bæði útvarps- og sjónvarpstíðindini í august mánað í fjør undir yvirskriftini "Trygdin var ikki í lagi" viðgjørdu støðuna á føðideildini á Landssjúkrahúsinum.
Landssjúkrahúsið kærdi tíðindaflutningin, tí varastjórin á Landssjúkrahúsinum, sum hevði úttalað seg um málið, kendi seg ikki aftur í at hava sagt soleiðis. Kringvarpið, sum er fyrsti kærumyndugleiki, gav ikki kæraranum viðhald, og tí endaði málið í Fjølmiðlanevndini.
Lutvíst viðhald
Niðurstøðan hjá Fjølmiðlanevndini er, at Kringvarpið gjørdi ov nógv av í yvirskriftini. Fjølmiðlanevndin gevur kæraranum lutvíst viðhald í, at Kringvarp Føroya ikki hevur fylgt reglunum um góðan fjølmiðlasið í sambandi við innsløgini "Trygdin var ikki í lagi", sum vóru í útvarpstíðindunum, í Degi og Viku og á heimasíðuni hjá KvF.
Kringvarpið sigur í sínum grundgevingum fyri at brúka orðingar sum at "trygdin var ikki í lagi", at samlaða trygdin byggir á tríggjar súlur - faklig trygd og dygd, organisatorisk trygd og dygd, og sjúklingaupplivað trygd og dygd.
Varastjórin á Landssjúkrahúsinum sigur í samrøðuni við Kringvarpið, at tey "ikki hava megnað at tryggja alt 100 prosent allan vegin ígjøgnum". Í kæruni nevnir Landssjúkrahúsið hetta fyri praktisk viðurskifti.
Kringvarpið vísir á, at tá hesi "praktisku viðurskfti" eru heilt grundleggjandi fyri at samlaða trygdin og dygdin er í lagi, so er grundarlag fyri yvirskriftini.
Í punkt 4.4 í leiðreglunum fyri góðan fjølmiðlasið stendur, at yvirskriftir og ávísingar skulu samsvara við innihaldið í tilfarinum.
Fjølmiðlanevndin metir ikki, at Kringvarpið hevur brotið hesa áseting.
Illoyal mótvegis kæraranum
Men, sigur Fjølmiðlanevndin, orðingarnar um at trygdin ikki hevur verið í lagi á føðideildini, er illoyal mótvegis tí, sum varastjórin førir fram í samrøðunum við Kringvarpið.
Tí hevur Kringvarpið brotið punkt 3.7 í leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið, sum siga, at "brot úr samrøðum eigur at endurspegla áskoðanina hjá viðkomandi í samrøðuni."
Fjølmiðlanevndin gevur tí kæraranum lutvíst viðhald.
Í sjónvarpinum: Trygdin var ikki í lagi
Í útvarpinum: Trygdin hevur ikki altíð verið í lagi á deilduni
Niðurstøðan hjá Fjølmiðlanevndini kann lesast her.