- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsrætturin viðger 12 dómar hjá Føroya rætti
Landsrætturin viðger 12 dómar hjá Føroya rætti
Tríggir landsrættardómarar koma til Føroya í dag at viðgera mál, sum eru avgjørd í Føroya rætti
12.03.2018 - 09:55
Í dag kemur fimta deild hjá Eystari landsrætti til Føroya.
Teir tríggir landsrættardómararnir skulu viðgera 12 mál, meðan teir eru her í hesari vikuni og teirri næstu.
Hetta eru mál, sum Føroya rættur hevur dømt, men allir partar eru ikki nøgdir við avgerðina hjá honum og hava tí skotið dómin inn fyri Landsrættin.
Hósdagin í næstu viku, tann 22.mars, kunnger Landsrætturin dóm í sjey málum, sum hann viðger í Føroyum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV