- Tíðindi, mentan og ítróttur
Unga Tjóðveldið valt nýggja nevnd
Unga Tjóðveldið valt nýggja nevnd
Unga Tjóðveldið hevði landsfund í gjár, har nevdnin eisini varð vald. Hervør Pálsdóttir er nýggja forkvinna í Unga Tjóðveldinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/28958895_10212470177053898_1399803320066899968_o.jpg?itok=464uoyuI)
Sára Sondum og Óli Køtlum vanta á myndini.
Mynd: Unga Tjóðveldið
11.03.2018 - 11:06
Unga Tjóðveldið hevði landsfund í gjár 10. Mars í hølunum hjá Starvsmannafelagnum. Skráin bjóðaði til dømis upp á framløgu frá stjóranum í Arbeiðseftirlitinum, Leivi Persson, ið greiddi frá um ung og arbeiðsrættindi.
Elsa Berg, ið hevur verið forkvinna í felagnum seinastu 2 árini, legði frá sær, og var Hervør Pálsdóttir vald, sum nýggj forkvinna.
Í nýggju nevndini eru vald: Tráin Petursson Nónklett, Brandar Heðinsson, Petur Pauli á Høvdanum, Magnus Heinason Eysturoy, Sára Sondum og Óli Køtlum.
Nýggja nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV