Djóravælferðarlóg á veg

Djóravælferðarlóg á veg
Fráboðanarskylda skal tryggja, at myndugleikar fáa boð um vanrøkt
 
08.03.2018 - 10:32

Gamla djóraverndarlógin verður nú avloyst av eini nýggjari djóravælferðarlóg.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur lagt fyri tingið uppskot um djóravælferðarlóg.

Endamálið við lógaruppskotinum, sum er 66 síður til longdar, er sambært viðmerkingunum at fremja djóravælferð, djóravernd og virðing fyri djórum.

Eisini ásetir lógin tær skyldur, sum eru galdandi í viðurskiftunum millum fólk og djór, bæði vill djór og djór, sum eru í varðveitslu hjá fólki.

Uppskotið forðar ikki fyri, at fólk hava og brúka djór, men krøv verða sett til røkt og viðferð.

Ein broyting í nýggju djóravælferðarlógini er ein fráboðanarskylda, ið skal tryggja, at myndugleikar fáa boð, um djór eru fyri vanrøkt. Fráboðanarskyldan tekur við, tá hildið verður at djór verða skammfarin ella eru fyri vanrøkt á annan hátt.

Slík fráboðanarskylda er ikki í galdandi djóraverndarlóg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050