- Allir føroyingar eru kristnir

bannari
- Allir føroyingar eru kristnir
Tað sigur Heðin Mortensen, sum heldur, at hetta skal síggjast aftur í stjórnarskipanarlógini
 
07.03.2018 - 15:27

Í uppskotinum stendur í grein 12 um trúarfrælsi, at kristnitrúnni kunnu verða veittar serligar sømdir, tó uttan at gera seg inn á aðrar fatanir, og at fólkakirkjan eigur lut eftir gomlum siði. 

Men Heðin Mortensen heldur, at greinin um kristindóm væl kann herðast eitt sindur.

- Eg haldi sjálvur, at hon kann gott skerpast eitt sindur. Innast inni, haldi eg, at um vit taka samanum, so eru allir føroyingar kristnir, og Føroya land er eitt kristið land. Tað er eingin ivi hjá mær, sigur Heðin Mortensen.

Mugu verja okkum

Formaðurin í nevndini, sum viðgerð Stjórnarskipan Føroya heldur eisini, at vit eiga at verja okkum móti fremmandum átrúnaðum, sum sambært honum eru farnir at dominera nógv í Europa.

- Vit síggja í gerandisdegnum, hvussu Evropa sær út, hvussu umskipað alt blívur og eisini, hvussu dominerandi ávísir trúðarbólkar blíva. Nú hugsi eg ikki um okkara trúarbólkar, sum vit hava her ella okkara slag. Men meira tað sum kemur inn á okkum. Tað haldi eg, at vit eiga at verja okkum.

Sigur Heðin Mortensen, formaður í grein-25-nevndini hjá løgtinginum,  við sendingina Radarin. 

Radarin er á skránni klokkan 17.05 í dag.

Til ber eisini at hoyra Radaran á heimasíðu okkara ella sum podcast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948