Fyrstu hoyringar um Kannabis

Fyrstu hoyringar um Kannabis
Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum fer nú gongd við tær fyrstu hoyringar í sambandi við uppskotið um royndarskipan við medisinskum kannabis í Føroyum
 
05.03.2018 - 16:26

Fyrrapartin í morgin eru fýra fólk kallað á fund við nevndina. Ein teirra er Gunnvá Tróndardóttir Joensen, sum er millum teirra, sum hava strongt á fyri at geva sjúklingum betri atgongd til kannabis.

Tað er Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, sum hevur lagt uppskot fyri løgtingið. 

Talan er um eitt uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at leggja eitt uppskot fyri løgtingið um royndarskipan við medisinskum cannabis.

Katrin Kallsberg, forkvinna í Trivnaðarnevndini, sigur, at fólkini, sum koma á fund í morgin, eru tey fyrstu í eini røð av fólki, sum skulu hoyrast um medisinskt cannabis. 

Ætlanin er eisini at fáa m.a. landsapotekaran, landslæknan og umboð fyri kommunulæknarnar.

Nær hesar hoyringarnar verða, er ikki greitt enn, sigur Katrin Kallsberg. Hon veit heldur ikki at siga, nær álit verður skrivað í málinum.

Í Danmark varð ein royndarskipan við medisinskum cannabis sett í verk tann 1. januar í ár. Talan er um eina fýra ára skipan. Føroyska heilduverkið er ikki partur av hesari royndarskipanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109