Varðin í Gøtu hevur góðkent keyp og leigu í Havn

Varðin í Gøtu hevur góðkent keyp og leigu í Havn
Bank Nordik leigar bæði bygning og jørð í minst 15 ár
BankNordik selur og leigar aftur, bæði bygning og jørð.
 
03.03.2018 - 13:03

Partaeigararnir í Varðanum hava nú góðkent keyps- og leiguavtaluna um høvuðssætið hjá Bank Nordik í Havn.

Fyrr í vikuni gjørdu partarnir avtalu um, at Varðin keypir bygningin fyri 140 milliónir krónur, fyri síðani at leiga hann út aftur til Bank Nordik fyri fimm milliónir krónur árliga í fimtan ár. Avtalan var treytað av, at partaeigararnir í Varðanum góðtóku hana.

Tað hava teir nú gjørt, sambært børsfráboðan frá Bank Nordik.

Útvarpið hevur áhaldandi roynt at fingið samrøðu við Varðan um nýggju íløguna hjá reiðaríinum í bankabygningin, og tær ætlanir, sum reiðaríið hevur á føroyska fastognarmarknaðinum. Men tað hevur ikki eydnast okkum.

Fíggjareftirlitið metti, at høvuðssætið hjá Bank Nordik var 62 milliónir krónur vert. Men Varðin keypti also bygningin fyri meira enn tvífalt so stóra upphædd, 140 milliónir.

Árni Ellefsen, stjóri í Bank Nordik greiddi Útvarpinum frá, at talan var um eina tekniska virðismeting, sum bankin ikki var samdur við Fíggjareftirlitinum í. Og tá bygningurin ikki kundi fylla meira enn 62 góðar milliónir í roknskapinum, so valdi bankin heldur at selja bygningin og leiga seg inn aftur í hann.

Bankin leigar jørðina

Bank Nordik átti eisini stórt jarðarøki, har høvuðssætið er.

Varðin hevur eisini keypt jørðina, sigur Árni Ellefsen, men bankin leigar hana saman við bygninginum.

Og í leigutíðarskeiðinum, sum also er 15 ár, hevur bankin ræðisrættin yvir jørðini, og kann eitt nú leiga hana út til onnur.

Aðalfundur verður í Bank Nordik 23. mars.

Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line, og sum er næstformaður í Bank Nordik, stillar ikki upp aftur.

John Henrik Holm er í uppskoti at umboða almenna ognarlutin í BankNordik.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta Í Norðskála kirkju
188169
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151