Fjórði samskiftisstjóri hjá Trump úr starvi

Fjórði samskiftisstjóri hjá Trump úr starvi
Samskiftisstjórin í Hvítu Húsunum, Hope Hicks, fer úr starvi. Tað upplýsir fjølmiðlastjórin í Hvítu Húsunum, Sarah Sanders
Mynd: Getty images  
 
01.03.2018 - 11:02

29 ára gamla Hope Hicks varð sett í starv í september í fjør.

Hope Hicks varð í gjár avhoyrd í sambandi við at ein nevnd í Kongressini kannar, um Russland møguliga hevur blandað seg í forsetavalið í 2016.

Hicks noktaði at svara flestu spurningunum frá nevndini, men viðgekk tó, at hon stundum noyddist at siga onkra hvíta lygn. Hon vissaði tó um, at hon ongantíð hevur logið, tá tað hevur við Russland og valið í 2016 at gera, skrivar New York Times.

Sarah Sanders, fjølmiðlastjóri í Hvítu Húsunum, sigur, at einki samband er millum uppsøgnina og vitnisfrágreiðingina, skrivar Reuters tíðindastovan.

Hope Hicks var fjórði persónurin í hesum starvinum sum samskiftisstjóri innanfyri minni enn eitt ár. Hon kom úr starvinum sum leiðari fyri strategiska samskiftinum í Hvítu Húsunum. Eitt nytt starv, sum var sett, tá Donald Trump tók við sum forseti.

Samanborið við tey, sum sótu í starvinum undan henni, so helt hon lágan profil og tosaði sjáldan við fjølmiðlar ella tosaði alment.

Hicks hevur arbeitt sum modell og PR-fólk. Hon hevur eisini verið ráðgevi hjá Ivanku Trump, sum er dóttir Donald Trump, skrivar YLE.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081