- Tíðindi, mentan og ítróttur
Víðgongdir tankar í Týsklandi
Høgravíðgongdi flokkurin í Týsklandi, AFD - Alternativ für Deutchland, heldur landsfund hetta vikuskiftið.
Í hesum sambandi hava tey almannakunngjørt valskránna til tjóðartingsvalið, sum verður 23. februar.
Flokkurin lovar at stongja landamørkini heilt, so at ongin sleppur inn í Týskland uttan neyðugu skjølini og neyðugui loyvini. Harumframt lovar flokkurin at senda útlendingar út úr Týsklandi í túsundatali. Alt hetta skal gerast fyrstu 100 dagarnar eftir valið.
AFD ætlar eisini at steðga grøna orkuskiftinum og byggja fleiri kolorkuverk.
Alternativ für Deutchland stendur í seinastu veljarakanningunum til at fáa 20 prosent av atkvøðunum á Tjóðartingsvalinum. Sostatt stendur hann til at vera næststørsti flokkur, tí bara konservativi flokkurin, CDU, er frammanfyri. Hann stendur til at fáa 31 prosent.
Allir flokkar hava boðað frá, at teir fara IKKI í samgongu við AFD