- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú merkist stórpolitikkurin av álvara
Demokratiski heimurin er høttur í løtuni og hann flytur seg, og hetta merktist í nýggjársrøðuni hjá Mette Frederiksen.
Jóhannes Eidesgaard heldur tó, at forsætisráðfrúan lat í so illa at. Tór Marni Weihe serkønur í russiskum viðurskiftum er ikki samdur
Støðan er hættislig sigur russlandsserfrøðingurin, men trygdarvandin er, sambært landsstýrismanninum í uttanríkismálum ikki øktur
Hetta tekur Tór Marni Weihe heldur ikki undir við. Í løtuni merkja grønlendingar broyttu heimspolitisku støðuna á ein heilt serligan hátt
Og amerkikanski áhugin fyri Grønlandi kann fáa avleiðingar fyri Føroyar. Tí kann ikki gangast út frá, at stórpolitisku broytingarnar ikki fara at merkjast í Føroyum