Fólkatalið vaksið við 280

Fólkatalið vaksið við 280
Tann 1. desembur búðu 54.675 fólk í Føroyum, og tað eru 280 fleiri enn 1. desembur árið fyri, og er hetta ein vøkstur upp á hálvt prosent.
Sandoyartunnilin hevur vent gongdini í fólkatalinum í Sandoynni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.01.2025 - 17:42

Tveir tættir mynda gongdina í fólkatalinum, og tað eru nettoflytingin, sum er munurin millum til- og fráflyting, og burðaravlopið, sum er munurin millum fødd og deyð.

Hetta seinasta árið hveur burðaravlopið verið 128 og nettoflytingin 152 fólk, og tað tilsamans gevur ein fólkavøkstur upp á tey 280 fólkini.

Gongdin vend
Fyri fyrstu ferð í mong ár er ein vøkstur í fólkatalinum í Sandoynni, tí 1. desembur búðu 1307 fólk í Sandoynni, samanborið við 1274 eitt ár frammanundan.

Tað er ein vøkstur upp á 2,5 prosent, so gongdin er vend, síðani Sandoyartunnilin kom.

Tað merkir so eisini, at Suðuroyggin nú er einasta sýsla við fallandi fólkatali.

Har búðu tann 1. desembur 4.573 fólk, sum eru 20 færri enn 1. desembur árið fyri, og tað er ein minking upp á góð 0,4 prosent tað seinasta árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944