- Tíðindi, mentan og ítróttur
13 grundstykki á Sandi

Tað skrivar Sands kommuna á Facebook.
- Útstykkingin fevnir um 13 grundøkir, við atkomu og øllum veitingum. Arbeiðið varð boðið út sum undirhondsboð, stendur at lesa á Facebook.
Arbeiðið varð boðið út sum undirhondsboð, og J & K Petersen og Articon bjóðaðu. Kommunan hevði mett at arbeiðið kann gerast fyri góðar 4.2 milliónir krónur pluss MVG.
J&K Petersen kann gera arbeiðið fyri nógv meira - 7 milliónir krónur pluss MVG.
Men Articon - hinvegin, kann gera útstykkingarnar bíligari enn kommunan hevur mett - fyri góðar 3.8 milliónir krónur pluss MVG.
Mett verður at tað tekur hálvt ár at gera arbeiðið liðugt.
Kommunan eftirkannar nú tilboðini, og miðað verður eftir at kommunan tekur avgerð í hesum mánaðinum, skrivar Sands Kommuna á facebook.