Uppskot um at strika 75 ára aldursmarkið

Uppskot um at strika 75 ára aldursmarkið
Kári P. Højgaard í Sjálvstýri hevur skotið upp at broyta ferðslulógina soleiðis, at 75 ára aldursmarkið fyri at hava koyrikort verður strikað
 
28.02.2018 - 09:25

Eftir galdandi skipan er koyrikort, sum verður útskrivað til 18 ára gamlan bilførara, galdandi í 57 ár ella til 75 ára aldur.

Kári P. Højgaard sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at grannalondini hava linkað krøvini um koyrikort hjá eldri borgarum, og samanborið við tey hava vit strangastu ásetingar fyri at endurnýggja koyrikortið hjá eldri bilførarum. 

Hann skjýtur eisini upp, at gildistíðin fyri útgivin koyrikort verður 15 ár fyri øll, sama hvat aldurin er.

Sambært uppskotinum skal landsstýrið tó kunna áseta styttri gildistíð fyri koyrikort, um umstøður tala fyri tí. 

Eftir galdandi lóg skulu 75 ára gomul, sum hava koyrikort, til læknakanning annaðhvørt ár fyri at fáa endurnýggjað koyrikortið. Tá tey eru fylt 80 ár, skulu tey læknakannast á hvørjum ári.

Kári P. Højgaard spurdi herfyri Henrik Old, landsstýrismann, um landsstýrið ætlar at gera somu broytingar, sum danir hava gjørt við at taka aldursmarkið av, strika læknakanningina og at hava 15 ára gildistíð.

Svarið frá Henriki Old var, at hann ætlar ikki at taka aldursmarkið av.

Nú hevur Kári P. Højgaard lagt málið fyri tingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835