- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jørgen Meitilberg leiðari á Studna
Jørgen Meitilberg leiðari á Studna
19 umsóknir vóru til starvið, og Jørgen Meitilberg tekur við starvinum í morgin tann 1. mars, skrivar Mentamálaráðið.

28.02.2018 - 16:04
Jørgen Meitilberg er settur í starv, sum leiðara á Studna.
Jørgen Meitilberg er 42 ára gamal og útbúgvin cand.mag. í søgu og stjórnmálafrøði.
Hann hevur leiðsluroyndir sum fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetri Føroya, og hann hevur eisini arbeitt sum fulltrúi í Mentamálaráðnum.
19 umsóknir vóru til starvið, og Jørgen Meitilberg tekur við starvinum í morgin, - 1. mars, skrivar Mentamálaráðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV