Uppskot um nýggja tryggingarlóg

Uppskot um nýggja tryggingarlóg
Nú skal munur gerast á fíggjarligum haldfelagsskapum, holdingfeløgum, og tryggingarhaldfelagsskapum.
 
27.02.2018 - 12:05

Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur skotið upp at broyta lógina um tryggingarvirksemi.

Tryggingarhaldfelagsskapir hava sum høvuðsendamál at eiga dótturfeløg, sum í høvuðsheitum eru tryggingarfeløg.

Í høvuðsheitum verða reglurnar, sum eru galdandi fyri fíggjarligar handilsfelagsskapir, eisini galdandi fyri tryggingarhaldsfelagsskapir.

Tó verða solvensreglurnar undantiknar.

Fíggjarligir haldfelagsskapir skulu sambært galdandi reglum hava ein ávísan kapital fyri at kunna reka virksemi. Tað verður gjørt upp sambært reglunum fyri peningastovnar, sum eitt krav um 8% av váðamettu aktivunum.

Sambært lógaruppskotinum skulu tryggingarfelagsskapir til eina og hvørja tíð hava ein ávísan kapital fyri at kunna reka virksemi. 

Krøv um førleika hjá leiðslulimum

Lógaruppskotið nágreinar eisini krøvini um førleika hjá einstaka leiðsluliminum. 

Skotið verður upp, at nevndin og stjórnin í einum tryggingarfelag, fíggjarligum haldfelagsskapi og tryggingarhaldfelagsskapi skulu hava hava nóg stóra vitan, fakligan førleika og royndir at røkja starvið ella uppgávuna í felagnum. 

Haraftrat skal ein nevndarlimur ella stjóri hava móg gott umdømi, verða heiðurligur, hava integritet og vera óheftur fyri kunna meta um og finnast at avgerðum, sum dagliga leiðslan tekur.

Ætlanin er, at lógarbroytingin og ein nýggj leiðslukunngerð og solvenskunngerð skulu koma í gildi 1. januar í 2019.

Tryggingarlógin verður dagførd, soleiðis at hon svarar til nýggju reglurnar, sum komu í gildi í Danmark og ES 1. januar í 2016. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949