33 umsóknir til granskingarstuðul

33 umsóknir til granskingarstuðul
Granskingargrunnurin hevur fingið 33 umsóknir um stuðul í ár. Søkt er um góðar 24 mió. kr.
 
27.02.2018 - 08:43

7,5 mió. kr. eru tøkar til stuðul í 2018.

Umsóknartalið hevur seinnu árini ligið úr sløkum 30 upp í nærum 50. 

Vanligt er at játta stuðul til tíggju umsóknir. 

Hvørt ár eru fleiri sera væl skikkaðar umsóknir, sum ikki fáa stuðul, tí ov fáir pengar eru at lata, sigur Granskingarráðið.

Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. 

Síðani skulu ráðgevar finnast, sum fara at meta um vísindaligu góðskuna í umsóknunum. 

Endaliga viðgerðin er vanliga í mai, so umsøkjararnir kunnu vænta sær svar í seinasta lagi 1.juni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114