- Tíðindi, mentan og ítróttur
Slapp við ávaring
Fyri løtu síðani varð avgerð tikin í einum serligum rættarmáli um rúsevni.
Gunnvá Tróndardóttir Joensen, sum hevur sclerosu, varð ákærd fyri at ætla at flyta inn 25 sjokulátabønur við kannabis í.
Málið hevur verið fyri í Føroya rætti í morgun, og tá var avgjørt, at Gunnvá slapp við ávaring, tað vil siga, at hon ikki fær eina bót.
- Ein ávaring er eisini ein revsing, men tað er tann lægsta revsingin, ein kann fáa. Hetta kemur av tí, at hon ikki er partur av nøkrum narko-umhvørvi, sigur Jógvan Páll Lassen, verji hjá Gunnvá Tróndardottir Joensen, við útvarpið.
- Hon hevur verið óansin, og hon kennir ikki samanhangin millum hassj, THC og kannabis, sigur hann, og hetta er eisini grundgeving fyri linu revsingini.
Gunnvá er í serligari støðu, tí hon hevur sclerose, og hetta kom sambært Jógvan Páll Lassen greitt fram í rættinum.
- Nú er hon blivin klók um, at tað var skeivt, og í dag veit hon nógv meira um tað, enn hon visti, tá hon bílegði vøruna, sigur Jógvan Páll Lassen, verji.
Í oktober hitti Dagur & Vika Gunnvá, har hon greiddi frá, at hon vildi hava heilivág og ikki rúsevni.
Síggj innslagið her: Eigur at vera lættari at fáa kannabisheilivág.
Legalisering av medisinskum kannabis er eisini evnið í Radarinum í dag, sum verður at hoyra í útvarpinum klokkan 17.05.