Orðið fíggjarætlan er rúmligari enn fíggjarlóg

bannari
Orðið fíggjarætlan er rúmligari enn fíggjarlóg
Fíggjarmálaráðið mælir til at broyta uppskotið um stjórnarskipan
Nevndin, sum viðger uppskotið um stjórnarskipan, hevur fund hvønn mánadag.
 
26.02.2018 - 11:53

Fíggjarmálaráðið hevur sent nevndini, sum viðger uppskotið um stjórnarskipan fýra broytingaruppskot.

Millum annað skal orðið fíggjarlóg í uppskotinum broytast til fíggjarætlan.

Fíggjarmálaráðíð sigur, at í framtíðini verður fíggjarætlanin eitt uppskot til samtyktar, ella at fíggjarætlan verður samtykt fyri nøkur ár.

Orðið fíggjarætlan er rúmligari enn fíggjarlóg, sigur Fíggjarmálaráðið. Og fíggjarlógin er ein fíggjarætlan, og tíðarskeiðið kann vera ymiskt, ikki bara eitt ár sum nú. 

Fíggjarmálaráðið mælir frá at áseta í stjórnarskipanini, at játtanarskipan skal ásetast við lóg.

Mælt verður til at gera budgetlóg, sum regulerar, hvussu fíggjarætlanin verður gjørd.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948