Lógartænastan eftirkannað 222 uppskot

Lógartænastan eftirkannað 222 uppskot
Lógartænastan kannar lógaruppskot og uppskot um kunngerðir hjá teimum átta stjórnarráðnum. Í ár vórðu 222 uppskot kannað
 
26.02.2018 - 16:38

Lógartænastan hjá Løgmansskrivstovuni eftirkannaði 222 uppskot í løgtingsárinum 2016 - tað er frá ólavsøkudegi 2016 til ólavsøkuaftan 2017.

Hetta eru 31 uppskot fleiri enn í løgtingsárinum 2015.

Lógartænastan kannar lógaruppskot og uppskot um kunngerðir hjá teimum átta stjórnarráðnum. Hetta er triðja ársfrágreiðingin, sum lógartænastan gevur út. 

- Endamálið er framvegis at kunna stjórnarráðini um, hvørjar okkara royndir hava verið seinasta løgtingárið, og hvussu hetta eftirkanningarárið eftir okkara tykki hevur hepnast, sigur Nella Festirstein, deildarstjóri á Lógartænastuni.

At eftirkanna lógaruppskot er seinasti liður í tilgongdini at gera lógaruppskot.

Við eftirkanningini verður serliga hugt eftir, um uppskot um lógir og annað lúka formligu krøvini í Tingskipanina og rundskrivinum um eftirkanning.

Í einum lógaruppskoti var til dømis áseting, sum beinleiðis setti til viks áseting í galdandi sáttmála millum partar á arbeiðsmarknaðinum. 

Í eftirkanningini varð víst á, at hetta mátti metast at vera brot á frælsa samráðingarrættin á føroyska arbeiðsmarknaðinum. 

Siðvenjan er, at tá partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava gjørt sáttmála, eigur lóggevari ikki at koma við inntrivum, sum órógvar samráðingarúrslitið. 

Landsstýrið kann við slíkari lóggávu koma í vanda fyri at koma undir endurgjaldsskyldu 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369