- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bárður Nielsen spyr um haldføri í búskapinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/screen_shot_2017-03-06_at_20.50.40.png?itok=A0weEITo)
Bárður Nielsen spyr, hvussu nógv tað bøtir um haldførið, at grundupphæddin í fólkapensjónini verður niðurlagað, og at inngjaldið til Samhaldsfasta veksur 225 milliónir krónur, sum verða goldnar útaftur beinan vegin.
Hann vil eisini hava at vita, hvussu nógv haldførið batnar, tí pensjónsaldurin verður hækkaður.
Bárður Nielsen sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at fyri at fíggja niðurskurðin í fólkapensjónini, verður ein skattarokning send til borgarar og vinnu, sum er 225 milliónir kr.
Tað svarar til eina hækking í landsskattinum upp á meira enn 15 prosent.
Landsstýrið roynir at vísa ein bøttan rakstur hjá landskassanum við at flyta útreiðsluna yvir í ein annan almennan kassa at gjalda.
Trupulleikin er bara, at hetta í sjálvum sær ikki bøtir um haldførið í búskapinum, sigur Bárður Nielsen.
Høvuðsfortreytin fyri, at løgtingið kann taka eina rætta avgerð í pensjónsmálinum er, at talgrundarlagið er í lagi, sigur hann.