- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umvælingarnar á Smyrli skjótt lidnar
Umvælingarnar á Smyrli skjótt lidnar
Umvælingarnar umborð á Smyrli eru nærum lidnar. Tað skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.

23.02.2018 - 06:24
Brek hevur verið á einum av høvuðsmotorunum hjá Smyrli.
Í løtuni verður bíðað eftir einum eykaluti sum hevur verið uttanlands til umvælingar, men tá ið hesin er komin til landið, væntandi í vikuskiftinum, verður farið í gongd við at seta saman aftur beinanvegin, sigur Strandferðslan á heimasíðuni.
Strandferðslan væntar, at fyrst í komandi viku fer Smyril at sigla eftir vanligu ferðaætlanini aftur
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV