Mæla frá at samtykkja lógarbroytingar

Mæla frá at samtykkja lógarbroytingar
Føroya arbeiðsgevarafelag mælir staðiliga frá at samtykkja broytingarnar í ALS-lógini, sum einki hava við norðurlendska sáttmálan um almannatrygd at
 
23.02.2018 - 08:28

Føroya arbeiðsgevarafelag mælir staðiliga frá at samtykkja broytingarnar í ALS-lógini, sum einki hava við norðurlendska sáttmálan um almannatrygd at gera, og sum ávirka kappingarførið hjá FAS, føroysku altjóða skipaskrásetingini.

Arbeiðsgevarafelagið mælir bara til at gera tær broytingar, sum eru neyðugar fyri at loysa ítøkiliga trupulleikan, sum er norðurlendski sáttmálin. 

Sambært viðmerkingunum um lógaruppskotið hjá Samferðslumálaráðnum er endamálið við broytingunum í lógini at nágreina gjaldsskylduna til Arbeiðsloysisskipanina hjá teimum, sum eru undir norðurlendska sáttmálanum um almannatrygd.

Tað undrar Arbeiðsgevarafelagið, at hesar broytingar skulu gerast nú.

Vilja hava eina felags loysn

Okkum kunnugt, sigur felagið, er eitt arbeiði í gongd, so allar skipanir, sum norðurlendski sáttmálin um almannatrygd ávirkar, so sum Barsilsskipanin og Dagpengaskipanin, verða dagførdar samstundis. 

Samanumtikið heldur Arbeiðsgevarafelagið tó, at tað kann liva við tí partinum í uppskotinum, sum er um at laga lógina til norðurlendska sáttmálan um almannatrygd.

Men felagið heldur bestu loysina vera at bíða eftir einari felags loysn. Arbeiðsgevarar siga eisini, at tað virkar sum Samferðslumálaráðið og ALS ikki síggja ein arbeiðsmarknað uttan fyri Norðurlond.

Allar broytingar verða grundaðar á norðurlendska sáttmálan um almannatrygd. Men hvussu hann ávirkar viðurskifti, sum einki hava við Norðurlond at gera, skilja vit ikki, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Felagið mælir frá, at tey, sum eru í FAS, gjalda til ALS.

ALS-gjald ein skattur

Reiðarafelagið fyri farmaskip sigur, at við skipum í FAS eru 1350 sjófólk, 600 føroyingar, 400 úr hinum Norðurlondunum og 350 úr øðrum londum.

Føroyar hava ikki avtalur við onnur lond enn Norðurlond um almannatrygd, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Viðvíkjandi hesum fólkunum er talan um, at ALS krevur inn pengar, sum ikki kunnu gjaldast út aftur, og sum tí ikki kunnu roknast sum ein arbeiðsloysistrygging, men sum ein reinur skattur. 

Tí tá hesi fólk missa arbeiðið, missa tey eisini uppihaldsloyvið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
Breddin: Fráflyting í søguligum høpi
184289
Hósdag 28. november
Morgunlestur hósdagur 28.november 2024
184107
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205