- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður bíðar eftir løgregluni
Løgmaður bíðar eftir løgregluni
Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at Bjarni Hammer ringdi til sín fyri tveimum vikum síðan og boðaði frá, at hann var avhoyrdur av løgregluni.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/aksel_v._johannesen_7.jpg?itok=66WkpQzc)
22.02.2018 - 20:06
Løgmaður sigur í stuttari viðmerking seinnapartin, at hann hevur ongar viðmerkingar til málið, meðan løgreglan ikki hevur gjørt niðurstøðu í málinum.
Tí kann løgmaður heldur ikki siga, um málið fær nakrar avleiðingar fyri Bjarna Hammer. Løgmaður bíðar til løgreglan ger niðurstøðu í málinum.
Ringdi tann 8. februar
Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at Bjarni Hammer ringdi til sín tann 8. februar og segði, at hann var avhoyrdur av løgregluni.
Bjarni Hammer vil sjálvur ikki gera samrøðu við sjónvarpið í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV