- Tíðindi, mentan og ítróttur
Limagjald minkar, tí inflasjónin er negativ
Limagjald minkar, tí inflasjónin er negativ
Føroyska limagjaldið til Útnorðurráðið er 8.000 kr. minni í ár enn í fjør
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vestnorden-500x333.jpg?itok=PkOuZfJ7)
Tingfólk í altinginum, landstinginum og løgtinginum eru í Útnorðurráðnum. Ísland rindar helvtina av tí, ráðið kostar, og hini bæði londini ein fjórðing hvørt.
22.02.2018 - 07:55
Føroyar gjalda minni í limagjaldi til Útnorðurráðið í ár enn í fjør.
Orsøkin er, at miðalinflasjónin í Føroyum var negativ í fjør. Hon var minus 0.3 prosent.
Og inflasjónin í limalondunum avger limagjaldið.
Limagjaldið hjá Føroyum, sum er ein fjórðingur av játtanini til Útnorðurráðið, fer úr góðum 515.000 kr. í fjør niður í góðar 507.000 í ár.
Í Grønlandi var inflasjónin 0,3 prosent í fjør og í Íslandi 1,7 prosent.
Løgtingið er biðið um at játta føroyska limagjaldið í ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV