Nýggj lóg krevur longu nú nógvar broytingar

Nýggj lóg krevur longu nú nógvar broytingar
Lógin um sjófeingi verður tó ikki broytt innihaldsliga, men hon skal gerast lættari at umsita og skilja
Fiskivinnunýskipanin verður samtykt í løgtinginum. Men longu nú er neyðugt at gera hana lættari at umsita og skilja.
 
20.02.2018 - 12:57

Nú fiskivinnunýskipanin hevur virkað í 51 dagar, er neyðugt at broyta, nágreina og rætta orðingar í lógini.

Talan er um 22 broytingar í lógini um sjófeingi.

Talan er ikki um innihaldsligar broytingar, men um tekniskar tillagingar og rættingar fyri at gera lógartekstin greiðari fyri fólk og umsiting, stendur í viðmerkingum um lógaruppskotið, sum er sent til hoyringar.

Staðfest er, at í verandi lógarteksti er neyðugt at gera ávísar tillagingar og rættingar fyri at fáa ásetingarnar greiðari og neyvari. 

Tað vísir seg, at í summum førum er okkurt komið skeivt fyri, eitt nú samsvara ásetingarnar í lógini ikki við upprunaligu ætlanina. 

Ringt at umsita

Í øðrum førum eru orðingar ikki nóg neyvar og greiðar at umsita eftir. 

Aðrastaðni eru dømi um, at tá einstakar ásetingar eru broyttar, eftir at uppskotið varð lagt fram í løgtinginum, er hetta gjørt, uttan at neyðugar fylgibroytingar eru gjørdar í øðrum greinum. 

Hetta ger samanumtikið, at lógarteksturin ikki altíð hongur nóg væl saman, eins og summar lógargreinar eru orðaðar á ein hátt, sum ger tær torskildar, bæði fyri fólk yvirhøvur og tey, sum skulu umsita lógina, sigur Fiskimálaráðið. 

Til hoyringar

Uppskotið er sent til ummælis hjá Fiskivinnuráðnum, Vørn, Felagnum trolbátar og aðalráðunum.

Uppskotið er eisini á heimasíðuni lms.fo, undir lógaruppskot til ummælis.

Frestin at siga sína hugsan um uppskotið er til 26.februar, tí uppskot, sum skulu leggjast fram í hesari tingsetuni, skulu vera Løgtingskrivstovuni í hendi 28.februar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369