- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grikkaland fingið betri kredittmeting
Grikkaland fingið betri kredittmeting
Kreditstovnurin Fitch, hevur hækkað kreditmetingina til "B", og tað bøtir munandi um møguleikarnar hjá Grikkalandi til eitt nú at taka lán
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/grikkaland_0.jpg?itok=nQ6QNXNQ)
18.02.2018 - 12:24
Áðrenn lá Grikkaland á B-minus. Avgerðin um at hækka kreditmetingina er grundað á góðar framskrivingar fyri grikska búskapin, sum ES-nevndin hevur sagt fer at vaksa við 2,5 prosentum í 2018. Vøksturin heldur fram eisini í 2019.
Friðurin á politiska pallinum, og at fíggjarlógin gevur avlop eisini við í Fitch-frágreiðingini.
Hetta er ikki fyrsta hækking í metingum fyri landið í ár. Síðst í januarmánaði hækkaði Standard & Poor eisini sína meting fyri Grikkaland.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV