Sjóvarfall ávirkar laksalúsina

Sjóvarfall ávirkar laksalúsina
Ein nýggj vísindagrein vísir á, at sjóvarfall hevur stóra ávirkan á, hvussu aliøkini í Føroyum verða smittað við lús.
 
16.02.2018 - 07:21

Tað er niðurstøðan í eini vísindagrein, sum Tróndur J. Kragesteen, phd-lesandi á Fiskaaling, hevur skrivað saman Knud Simonsen, granskara á Fiskaaling, og tveimum professarum á Danmarks Tekniske Universitet.

Í greinini verður víst á, hvussu sjóvarfalsrákið millum oyggjarnar kann bera laksalús millum aliøkini. 

Úrslitini vísa, at teir 16-17 dagarnar, sum lúsin livir, frá tí hon verður klakt, til hon má finna sær ein vert, kunnu aliøkini meira og minni bera smittuna millum sín.

Eisini er staðfest, at økini eru rættiliga ymisk.

Summi øki senda bitlar, partiklar, út til onnur, meðan onnur øki taka meira ímóti frá øðrum. 

Eisini eru øki, sum verða smittað av bitlum, sum koma frá teimum sjálvum.

Hetta verður nevnt sjálvsmitta.

Úrslitini vísa, at í flestu aliøkjum ferðast meira enn helvtin av bitlunum longri enn 50 kilometrar frá aliøkinum.

Í nøkrum fáum økjum ferðast umleið 10 prosent av bitlunum longri enn 80 kilometrar ta tíðina, ein laksalús livir í sjónum.

Vísindaliga greinin er partur av phd-verkætlan hjá Tróndi J. Kragesteen, sum hann ger á DTU í samstarvi við Fiskaaling.

Danski innovatiónsgrunnurin, Granskingarráðið og Fiskaaling hava fíggjað verkætlanina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896