- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skotkvøða fyri Heindrikki prinsi
Skotkvøða fyri Heindrikki prinsi
Í morgun kl 7 okkara tíð byrjaði skotkvøðan fyri Heindrikki prinsi, sum doyði fyrrakvøldið, 83 ára gamal

Skotkvøða á Holmen í Keypmannahavn í morgun
Mynd: dr.dk
15.02.2018 - 07:48
Á Holmen í Keypmannahavn skjýtur hernaðarløgreglan hjá sjóverjuni og frá kanónunum á Kronborg Slotti í Helsingør skjýtur skotherdeildin í Oksbøl.
Skotkvøðan, - saluttin, er tríggjar ferðir 27 skot við 30 sekundum í millum hvørt skotið.
Skotkvøðan varar sostatt í umleið 40 minuttir, stendur í tíðindaskrivi frá danska kongshúsinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV