- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aðalorðaskifti um skapandi vinnur og javnstøðu
Aðalorðaskifti um skapandi vinnur og javnstøðu
Løgtingsfólk skulu í næstu viku og aðru viku hava tvey aðalorðaskifti
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/cb85f10b1f0029d3806ef8fea8af8053.png?itok=tHLHNgTg)
Tvey aðalorðaskifti eru á skránni hjá løgtinginum seinni í februar.
15.02.2018 - 08:53
Í næstu viku verður aðalorðaskifti í løgtinginum um skapandi vinnur.
Poul Michelsen, landsstýrismaður, leggur fram frágreiðing um skapandi vinnur á næsta tingfund, sum verður týsdagin.
Týsdagin 27.februar verður aðalorðaskifti um javnstøðupolitikk.
Eyðgunn Samuelsen leggur fram frágreiðing um javnstøðupolitikk á tingfundinum mikudagin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV