- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskot um javnviðgerð
Tað er Sonja Jógvansdóttir, sum hevur lagt lógaruppskotið fyri tingið.
Endamálið við lógini er, at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna rasu, húðarlit, átrúnað ella trúgv, politiska áskoðan, kyn, kynsligan samleika, kynsliga sannføring, aldur, brek ella tjóðskaparligum, sosialum ella fólkaeyðkenniligum uppruna.
Sambært lógaruppskotinum merkir javnviðgerð, at beinleiðis ella óbeinleiðis mismunur ikki skal gerast á løntakarum, og at serlig atlit skulu takast í mun til barnsburð og familjustøðu annars.
Tað er beinleiðis mismunur, um løntakari verður viðfarin verri, enn ein annar hevði verið í samsvarandi støðu vegna orsøk, sum umrødd omanfyri.
Happing er bannað á arbeiðsplássinum
Um happing sigur lógaruppskotið, at happing er bannað, og at tað áleggur arbeiðsgevaranum at skapa eitt arbeiðsumhvørvi, har happing ikki kemur fyri
Happing verður lýst sum eitthvørt slag av óynsktum munnligum ella likamligum atburði, sum verður framdur soleiðis, at viðkomandi vegna tær áðurnevndu orsøkir kennir seg minni
verdan, ella lagt verður upp til hóttandi, niðrandi, eyðmýðkjandi ella ódámligt umhvørvi.
Tað er kynslig happing, um einhvør munnligur ella likamligur atburður við kynsligum ábendingum verður framdur við tí endamáli ella avleiðing, at viðkomandi kennir seg minni verdan, ella at lagt verður upp til
hóttandi, niðrandi, eyðmýkjandi ella ódámligt umhvørvi.
Manglar lóg um javnviðgerð
Í viðmerkingunum stendur, at lógin í stóran mun fylgir ásetingunum í donsku lógini um forskelsbehandling, men nakað er við íblástri úr lógini um ”ligebehandling”.
Javnstøðulógin hevur nakrar avmarkaðar ásetingar, men ein beinleiðis verja móti mismuni manglar, eins og tað manglar ein lóg um javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.
Meginreglur um javnviðgerð og bann mótvegis mismuni av øllum handa slagi eru kjarnuhugtøk í fólkaræðinum, og vísa royndir, at neyðugt er at geva fólki serliga verju mótvegis mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna síni eyðkenni ella frábregði, stendi rí viðmerkingunum.