- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatalið veksur skjótast í Vágum í prosentum
Fólkatalið veksur skjótast í Vágum í prosentum
Havnin er ikki longur fremst í fólkatalsvøkstrinum

Í Sørvági búðu 1177 fólk tann 1.januar í ár. Fólkatalið vaks 4,3 prosent í fjør.
14.02.2018 - 07:33
Í prosentum vaks fólkatalið nógv mest í Vágum í fjør.
Har vaks tað 2,5 prosent.
Í Steymoynni vaks tað 2,2 prosent, í Eysturoynni 1,8 prosent, í Norðoyggjum 1,2 prosent og í Tórshavnar kommunu vaks fólkatalið 1,1 prosent í 2017.
Hagstovan sigur, at síðani fólkavøksturin tók dik á seg fyri góðum trimum árum síðani, var hann av tí mesta í Tórshavnarøkinum.
Tað broyttist í fjør. Í 2017 átti Tórshavnarøkið 32 prosent av fólkavøkstrinum í Føroyum, men talið var 55 prosent í 2016.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV