- Tíðindi, mentan og ítróttur
Andstøðuuppskot viðgjørd í løgtinginum í dag
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/atkvodugreidsla.png?itok=-d6uiQOa)
Uppskot hjá andstøðuni verða viðgjørd á tingfundinum í dag.
Løgtingið fer at viðgera uppskotið hjá Miðflokkinum um at broyta kommunustýrislógina soleiðis, at borgarstjórar eisini kunnu sita í løgtinginum samstundis.
Sambært uppskotinum skal tað ikki vera ein meiriluti í einum kommunustýri, sum skal gera av, um ein borgarstjóri í fullum starvi kann røkja annað fólkavalt starv.
Uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at sleppa vinnuni undan kringvarpsgjaldi er eisini á skránni í dag.
Tunlar í Norðoyggjum
Og tingið skal viðgera uppskotið hjá tingfólkum úr Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum um tunlarnar norður um Fjall í Norðoyggjum.
Uppskotið er, at P/f Norðoyatunnilin fær rætt til at fyrireika og forprokjektera vega- og tunnilsgerð millum Klaksvík og Árnafjørð og millum Árnafjørð og Norðtoftir.
Atkvøtt verður um tvey mál.
Annað er uppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um at seta í gildi fyri Føroyar ávísar broytingar í lógini um Fíggjarligt støðufesti. Tað uppskotið verður samtykt, tí øll í Fíggjarnevndini taka undir við tí.
Uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at geva kommununum loyvi til hækka botnfrádráttin verður væntandi felt, tí meirilutin í Fíggjarnevndini, umboðini hjá samgonguni og Kristin Michelsen, mæla frá at samtykkja uppskotið.
Svarar um ST
Og Poul Michelsen, landsstýrismaður, svarar skrivligum fyrispurningi frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni, um ST.
Jógvan á Lakjuni spyr millum annað, hví stovnar hjá ST varpa so nógv ljós á fosturtøkuspurningin í Føroyum.
Hann spyr eisini, hvat endamálið er við hoyringunum, sum Føroyar eru til hjá ST-stovnum, og um tað er eitt krav, at vit skulu til hesar hoyringar.
Tingfundurin í dag er klokkan ellivu.