- Tíðindi, mentan og ítróttur
"Grid Girls" í søguna
Tað sigur marknaðarstjórin hjá Formula Eitt, Sean Bratches.
Stjórin fyri Formula Eitt-motorítróttinum, Ross Brawn, segði við BBC Radio 5 í desember, at tey hava endurskoðað gamla vanan at brúka kvinnulig model í sambandi við kappingar.
Grid Girls eru modell, sum verða brúkt til ávís tiltøk, og tær eru í klæðum, har navnið á høvuðsstuðlinum stendur á. Uppgávan hjá teimum eru eitt nú at halda regnskjólum, navnaskeltum hjá koyrarunum og at standa á pallinum, tá koyrarin kemur gangandi inn á pallin.
- Í fleiri ára tíggju hava Grid Girls verið partur av Formula Eitt Grand Prix'num, men hendan mannagongdin samsvarar ikki við okkara samleika og heldur ikki við normarnar í framkomnum samfelagi. Vit halda ikki, at tað hevur nakað at týða fyri Formula Eitt og fjeppararnar, - gamlar og nýggjar, kring allan heim, sigur Sean Bratches, marknaðarstjóri hjá Formula Eitt.
The Women's Sport Trust, - Samtakið fyri kvinnur í ítrótti, sigur í fráboðan, at tað mælir ítróttargreinum, sum súkkling, nevaleiki og UFC at gera tað sama sum Formula Eitt nú hevur gjørt, og endurskoða mannagongdina at brúka podium-gentur, Ring-gentur og octagon-gentur.
Í desember gjørdi BBC Sport spurnakanning, um Grid Girls skulu verða partur av Formula Eitt, - kanningin vísti, at 60 prosent tóku undir við tí.
Og spyrt tú Charlotte Gash, sum sjálv er Grid Girl, so er hon heldur ikki fegin um avgerðina.
- Eg eri í øðini, og eri vónsvikin um, at Formula Eitt hevur slakað fyri minnilutanum bara fyri at verða politiskt korrekt, segði Charlotte Gash, við BCC Radio 5 live.
Fyrsta kappingini í Avstralian Grand Prix verður í Melbourn 25. mars.