Vinnunevndin ikki samd um veiðigjaldi

bannari
Vinnunevndin ikki samd um veiðigjaldi
Forkvinnan í Vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, vil einki siga um veiðigjaldið annað enn, at tillagingar verða viðgjørdar
 
09.02.2018 - 12:36

Nevndin hevði fund í gjár, men tá viðgjørdi hon uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um nýggja alilóg.

Forkvinnan í Vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, vil einki siga um veiðigjaldið annað enn, at tillagingar verða viðgjørdar.

Uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, er, at tey, sum fiska, skulu gjalda landskassanum tilfeingisgjald fyri serliga stóra vinningin, sum fiskiskapurin kann geva.

Men í Vinnunevndini er sum skilst ikki semja um uppskotið, um hvussu nógv skal krevjast frá flotanum og hvussu, tað skal gerast.

Semja er sum vera mann ikki millum samgongu og andstøðu, men heldur ikki í samgonguni er semja um veiðigjaldið.  

Vinnunevndin hevur í hesum umfarinum fingið freist til 16.februar at koma við áliti um uppskotið um veiðigjald. 

Nevndin hevur havt uppskotið síðani 16. november.

Vinnunevndin hjá løgtinginum hevur fund aftur týsdagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856