Viðgera lánið til "hassjlæknan"

bannari
Viðgera lánið til "hassjlæknan"
Í dag er 11. dagur í sakarmálinum móti fyrrverandi leiðsluni í Eik, og lánið til "hassjlæknan", ið kostaði Eik 158 mió. kr., skal viðgerast
 
06.02.2018 - 12:48

Vit eru nú komin til tann partin av Eik-rættarmálinum, tá Fíggjarligt Støðufesti gjøgnumgongur fimm ítøkilig útlán, sum tey meta høvdu avgerandi týdning fyri, at Eik fór út av eggini.

Og dagurin í dag er helst ein av teimum litríkaru í rættarmálinum. Í dag verður viðgjørt, hvussu tað bar til, at Eik banki - sambært Fíggjarligum Støðufesti - misti 158 milliónir krónur uppá stóru verkætlanina Sydporten. 

Málið gerst serliga litríkt - ikki bara tí talan er størsta einstaka kundan hjá Eik - men eisini tí talan er um ein heilt serligan kunda. 

Eik játtaði lán til "hassjlæknan"

Maðurin, sum stóð fyri verkætlanini at byggja ein stóran skrivstovubygning á Islands Brygge, var Vagn Andersen. Hann var verfaðir Claus Riskjaaer Petersen, sum eisini var kendur í donsku vikubløðunum, og so var Vagn Andersen eisini kendur sum "hassjlæknin", tí hann - umframt at vera lækni - var dømdur hálvt-fimta ára fongsulsrevsing fyri at hava smuglað 102 kilo av hasj. 

Men hóast hesa ivasomu fortíðina játtaði Eik Banki honum risastór lán til at byggja ein skrivstovubygning, sum skuldi vera 40.000 fermetrar á Islands Brygge. 

Eingin verulig kredittviðgerð

Í rættinum í dag legði Fíggjarligt Støðufesti serliga dent á, at Eik banki í Føroyum onga veruliga kredittviðgerð gjørdi av málinum. Føroyski Eik lánti pengar til verkætlanina, tí danski Eik Banki gjørdi tað.

Tað varð eitt nú víst á, at í Eik-nevndini í Føroyum varð spurt eftir, hvør var kundaráðgevi í málinum. Men í veruleikanum var ongin verulig kundaviðgerð í Føroyum. Einasta dagfesting, sum var at finna í føroysku skjølunum, var dagfestingin, tá lánið var játtað.

Ongin dagfesting var at finna fyri nakra kreditt-meting, tí hon var í danska bankanum, vísti Fíggjarligt Støðufesti á. 

Eik væntaði vinning

Fíggjarligt Støðufesti vísti eisini á, at Eik Banki vildi átaka sær serliga stóran vága, tí bankin vónaði at fáa ein vinning - eina sokallaða upside - við virðinum 180 milliónir krónur, tá feløg byrjaði at keypa ella leiga seg inn í bygningin. 

Eik hevði tí bert triðja veðrætt í stóru verkætlanina. Hóast ongir leigarar vóru klárir at flyta inn í bygningin, var Eik sinnaður at taka hendan vága á seg - eitt nú tí bankin umrøddi, at um ongin annar vildi í bygningin, kundi Eik Bank Danmark húsast í honum.

Men tá avtornaði, var ongin áhugi at flyta inn í bygningin, og Eik Bank Danmark hevði heldur onga framtíð. 

Eik Banki í Føroyum misti 158 milliónir krónur, umframt at danski Eik Banki misti eins nógvar pengar sambært Fíggjarligum Støðufesti uppá verkætlanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977