- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm umsóknir til stjórastarvið

Fimm fólk hava søkt starvið sum stjóri í nýggja Undirvísingarstýrinnum, og 20 umsóknir eru komnar inn til leiðarastarvið á Studna. Tað upplýsur Mentamálaráðið.
Undirvísingarstýrið er nýtt, og skal umsita fólkaskúlan, til dømis fíggjarstýringina og tímajáttan til skúlarnar. Hetta liggur annars hjá Mentamálaráðnum nú.
Høvuðsuppgávan hjá stjóranum í Undirvísingarstýrinum verður at hava ábyrgdina av fyrisitingarligum rakstraruppgávum innan undirvísingarøkið herundir yvirskipaðu fíggjarligu stýringina og eftirlitið. Talan er um 80 skúlar og stovnar við eini játtan á umleið 900 mió. kr., harav meiri enn helvtin beinleiðis verður stýrt fíggjarliga úr Undirvísingarstýrinum, sæst í starvslýsingini til stjórastarvið.
Mentamálaráðið ætlar at starvið skal setast frá 1. mars ella skjótast møguligt eftir tað.