- Tíðindi, mentan og ítróttur
Møguligt at breiðka ein part av vegnum

Játtanin til Selatraðarvegin er 1,5 mió kr. í 2018, og 2,0 mió kr. í 2019. Landsverk vísir á, at ein møguleiki er at asfaltera strekkini, ið vóru breiðkað í 2005 og 2006, samanlagt umleið 600 m, og at gera bilverjuna lidna, har sum pelar eru settir upp. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Edmund Joensen, tingmann, sum spurdi landsstýrismannin um Selatraðarvegin.
Ein annar møguleiki er at breiðka ein part av vegastrekkinum millum Strendur og Morkranes í ár. Breiðkingin kann halda fram næsta ár og so verða gjørd liðug við asfaltering og øðrum. Samanlagt verða tá einir 7-800 metrar breiðkaðir hesi bæði árini. Aðrar loysnir kunnu koma uppá tal, sæst í svarinum.
Eftir samferðsluætlanini fyri 2012 - 2024, og tilmæli frá Landsverki, verður mælt til at dagføra Selatraðarvegin soleiðis, at hann er hóskandi eisini í mun til ferðsluna. Tað vil siga at breiðka vegin til ein smalan tvíbreytaðan veg í støðum, og annars at gera góð víkipláss, har tað er kostnaðarmikið at gera vegin tvíbreytaðan. Hetta var í 2012 mett til at kosta 50 mió kr, sigur landsstýrismaðurin í svarinum.