Missa kanska fimting av lønini í arbeiðssteðginum

Missa kanska fimting av lønini í arbeiðssteðginum
Pedagogfelagið veit ikki enn, hvussu nógva løn, limirnir fáa, men tað verður í minsta lagi 80 prosent
Enn er ikki greitt, hvussu nógv løn, Pedagogfelagið megnar at gjalda limum sínum, sum vóru í arbeiðssteðgi.
 
01.02.2018 - 13:01

Tað kostar kanska limunum í Pedagogfelagnum fimting av lønini, tí felag teirra gjørdi av at fara í verkfall.

Limirnar hava nú fingið at vita, at tey fáa 80 prosent aftur av lønini, sum tey mistu í arbeiðsteðginum, sum vardi í 33 dagar hjá teimum, sum vóru longst heima:

Limirnir í Pedagogfelagnum hava fingið at vita frá felagnum, at tey fáa í minsta lagi 80 prosent av lønini, sum tey mistu, meðan arbeiðssteðgurin var.

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, sigur, at felagið hevur ikki fingið tølini frá øllum arbeiðsgevarum enn, so fullfíggjað yvirlit er ikki tøkt.

Okkurt arbeiðspláss tekur ikki lønina fyrr enn síðst í februar.

Biða eftir yvirliti

Tá yvirlitið er fullfíggjað, veit felagið, hvussu nógva løn, tað skal gjalda limunum. 

Limirnir fáa kanska meira enn 80 prosent, men ikki minni, sigur Jógvan Philbrow.

Í fyrstu atløgu fáa tey 50 prosent, og tey fyrstu fáa pengarnar fyrsta dagin.

Jógvan Philbrow vil ikki siga, hvussu felagið fíggjar minst 80 prosent av lønini hjá okkurt um 2.000 fólkum. 

Lønin er á leið 30 mió. kr., og 80 prosent av tí eru 24 milliónir. 

2012

Felagið var í drúgvum verkfalli í 2012, og tá hækkaði limagjaldið úr 1,6 prosentum upp í 1,8 prosent av lønini.

Jógvan Philbrow sigur, at nevndin ætlar ikki at koma við uppskoti um at hækka limagjaldið á aðalfundinum, sum verður um ein mánað.

Eftir verkfallið í 2012 fingu limirnir í Pedagogfelagnum at vita, at tey fingu í minsta lagi 75 prosent av lønini frá felagnum.

Pengar, sum fólk fáa frá fakfelag eftir arbeiðssteðg, verða skattaðir. 

Hetta eru pengar, sum longu eru skattaðir, tí fólk gjalda limagjald til fakfelag av skattaðum pengum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878