- Tíðindi, mentan og ítróttur
Diplomatisk kreppa millum Føroyar og Danmark
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/mandagmorgen.png?itok=itbo3_FK)
Ein diplomatisk kreppa hevur tikið seg upp millum Føroyar og Danmark
Tað skrivar blaðið "Mandagmorgen" í eini longri greining av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, eftir at føroyski fólktingslimurin, Magni Arge hevur havt ein avgerandi leiklut í vitjanini hjá catalonska forsetanum Puigdemont í Keypmannahavn.
Ein vitjan, sum hevur vakt ans og sum flestu stóru flokkarnir í Danmark hava hildið seg langt burturi frá, tí Danmark, eins og hini ES-londini, alment stuðla sponsku myndugleikunum í málinum um Katalonia.
Magni Arge, fólkatingslimur bjóðaði Puigdemont á fund á Christiansborg, har Venstraflokkurin, Konservativi flokkurin, Liberal Alliance og Javnaðarflokkurin valdu at halda seg burtur. Hinvegin luttóku millum annað Sosialistiski Fólkaflokkurin, (SF), Danski Fólkaflokkurin, Alternative og Einheidslistin á fundinum.
Sambært blaðnum "Mandagmorgen" átti Magni Arge eisini ein leiklut í, at Puigdemont luttók á kjakfundi á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, har hann millum annað kjakaðist við Marlene Wind, professara í ES-politikki.
Hendingarnar hava fingið "Mandagmorgen" at fara undir eina meiri yvirskipaða greining av føroyskum og donskum viðurskiftum í løtuni, og niðurstøðan er millum annað, at føroyingar føra uttanríkispolitikk, sum ikki er í tráð við donsk áhugamál, og at føroyska trongdin til størri sjálvræði seinastu tíðina, hevur ført til eina diplomatiska kreppu millum Føroyar og Danmark.
Í hesum sambandi umrøður greinin millum annað, at Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálaum noktaði at luttaka á Arktiska fundinum herfyri, har Føroyar var vertur saman við Danmark, og har Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri og Fríðrikur krúnprinsur luttóku.
Eisini vaksandi føroyski útflutningurin til Russlands og ætlanin hjá Poul Michelsen at gera eina fríhandilsavtalu við Rusland, hóast at ES hevur innført handilsbann móti Russlandi, verður nevnt sum eitt av fleiri ábendingum um, at Føroyar hava uttanríkispolitisk áhugamál, sum stríða móti donskum princippum á uttanríkispolitiska økinum.
At enda staðfestir blaðið, at fundurin millum løgmann og Lars Løkke Rasmussen forsætismálaráðharra fyrr í mánaðinum millum annað snúði seg um, at Føroyar vilja hava fríari ræsir til at føra uttanríkispolitikk, og at uttanríkispolitiska heimildarlógin tískil skal dagførast.
í somu útgávu av blaðnum, sum eisini kann lesast á netinum í dag, er ein samrøða við Magna Arge, har hann millum annað verður spurdur um, hvørt Føroyar og Danmark kunnu koma í eina líknandi støðu sum Catalonia og myndugleikarnir í Madrid og um handils-sambandið við Russland.