Svøríki og Spania í EM finaluni í hondbólti

Svøríki og Spania í EM finaluni í hondbólti
Svøríki vann spennandi hálvfinaluna ímóti Danmark í gjár, og skal tí spæla finalu ímóti Spania í morgin.
 
27.01.2018 - 10:18

Tað verða Svøríki og Spania sum skulu leika EM finaluna í hondbólti í morgin.

Hálvfinalurnar vóru í gjár, og í fyrra dystinum vann Spania tryggan sigur á Fraklandi, 27-23.

Seinna hálvfinalan var ímillum Svøríki og Danmark, og hon gjørdist sera spennandi. Svøríki var á oddaallan dystin, men í seinastu sekundunum fekk Danmark javnað til 28-28.

Tí var neyðugt við umdysti og samanlagt vann Svøríki 35-34.

Tí verða tað Svøríki og Spania sum skulu spæla finalu í annaðkvøld, meðan Danmark skal møta Fraklandi um triðjaplássið.

Í gjár vunnu vertirnir úr Kroatia dystin um fimtaplássið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878