- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvøroyri: Mikudagin verður tað
Tvøroyri: Mikudagin verður tað
Tann so nógv umrøddi og útsetti byráðsfundurin á Tvøroyri er loksins settur á skrá, og nevndarval verður á skránni
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kristin_michelsen_0.jpg?itok=3lO9uBm9)
Kristin Michelsen, borgarstjóri er komin í minniluta á Tvøroyri, men nú verður loksins býráðsfundur, so almenningurin kann fáa greiðu á, hvussu leikur fer
Mynd: savn
26.01.2018 - 15:14
Útsetti býráðsfundurin, ið skuldi verða á Tvøroyri 8. januar, verður mikudagin 31. januar kl. 1700.
Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu stendur, at áheitanin frá valbólkinum við Kristinu Roest, Súsonnu Bertholdsen, Boga Johannesen og Bjarna Hammer um at velja nevndirnar av nýggjum, nú meirlutin er vorðin minniluti og øvugt, verður á skrá.
Skráin verður almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu mánadagin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV