Ráðharrin skal avhoyrast í Eik-sakarmálinum

bannari
Ráðharrin skal avhoyrast í Eik-sakarmálinum
Brian Mikklesen var búskapar- og vinnumálaráðharri í 2010, tá Eik fór um koll, og hann skal avhoyrast sum vitni í stóra sakarmálinum
Nógvir rættarfundir vera um Eik. Dómur fellur ikki fyrr enn næsta ár
 
26.01.2018 - 13:06

Millum nógvu vitnini í sakarmálinum um Eik banka, sum Føroya rættur er farin undir at viðgera, er Brian Mikkelsen, fólkatingsmaður og fyrrverandi ráðharri, upplýsir Ritzau.

Brian Mikkelsen var búskapar- og vinnumálaráðharri í 2010, tá Eik banki kollsigldi, bæði í Føroyum og í Danmark. Bankin var farin, um Fíggjarligt støðufesti, tað er danski staturin, ikki bjargaði honum.

Hann var í andglettinum tá í september í 2010, tí hann skuldi hava vitað um støðuna hjá Eik 21. september, men ikki fyrr enn 24.september boðaði hann landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sum tá var Jóannes Eidesgaard, frá boðunum, hann fekk frá Fíggjareftirlitinum.

Brian Mikkelsen segði, at ávaringin, sum hann fekk frá Fíggjareftirlitinum, bara var um bankan hjá Eik í Danmark. Ikki fyrr enn tveir dagar seinni fekk hann at vita, at móðurbankin í Føroyum eisini var illa fyri. Jóannes Eidesgaard er eisini vitni í Eik málinum.

Nógv vitni 

Nils Bernstein, sum var stjóri í danska tjóðbankanum, er somuleiðis á listanum við teimum 140 vitnunum. Fyrstu vitnini í Eik málinum í Føroyum verða avhoyrd í mai. 

Fíggjarligt støðufesti stevndi fyri skjótt fimm árum síðani fimm monnum og einum grannskoðarafelag eftir 150 milliónum krónum í bankamálinum. 

102 rættarfundur eru settir av til málið, og 23 dagar eru umframt til at taka, um 102 dagar ikki eru nóg nógvir, skrivar Ritzau.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017