- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hevði 106 posar við rúsevnum innvortis

Talan er um 46 ymisk mál, sum fevna um tilsamans 35 kilo av kokaini, sløk sjey kilo av amfetamini, 196 gramm av meta-amfetamini, og 61 gramm av MDMA. Løgreglan hevur eisini lagt hald á 240 gram av hasji.
Fulla sodningarleið
Ein belgiskur maður, sum løgreglan í Keflavík kannaði, hevði nærum eitt kilo av kokaini uppi í sær. Kokaini varð pakka í 106 pakkar, sum vórðu fjaldir í sodningarleiðini.
Íslendska løgreglan hevur ongantíð funnið so stóra nøgd av rúsevni innvortis í einum persóni.
Hol á posa
Ein álvarslig hending var í oktober í fjør, tá ein ungur íslendingur royndi at smugla 42 pakkar av rúsevnum innvortis. Hol kom á ein av pakkunum, sum fór at leka, og maðurin var í skundi fluttur á sjúkrahús, - skurðviðgerðin tók tríggjar tímar.
Rúsevni, sum verða smuglað innvortis, eru sum oftast reinari, upp í 90 prosent rein, enn tey eru, tá tey verða seld. Tá eru tey í miðal 7 - 15 prosent rein.
Út frá hesum metur løgreglan, at tey 42 kilo'ini høvdu verið blandað til 300 kilo, tá tey høvdu verið seld á gøtuni.