- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dómadagsklokkan nærkast aftur midnátt
Dómadagsklokkan nærkast aftur midnátt
Bulletin of the Atomic Scientist boðar frá, at niðurteljingin hjá teimum hevur tikið enn eitt stig móti endanum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/domadagsur.jpg?itok=ARvMHQxP)
Mynd: EPA-EFE
26.01.2018 - 10:59
Dómadagsurið er nú tveir minuttir í midnátt. Seinasta dagføring var í fjør, - tá var hon tveir og ein hálvan minutt í midnátt. Nú er hon tveir minuttir í, og so nær hevur hon ikki verið síðani Sovjetsamveldið og USA gjørdu royndir við hydrogenbumbum í 1953.
Stigtakararnir í Bas siga, at miseydnaðu royndirnar hjá heimsleiðarum at loysa trupulleikar og skapa samskifti, er orsøkin til, at vit nú nærkast Ragnarrøki annað árið á rað. Teir vísa tó á, at urið kann ganga aftureftir, og at møguleikarnir fyri tí eru nógvir enn.
Longst frá dómadegi var klokkan í 1991, eftir at Sovjettsamveldið fór sundur og Kalda Kríggið endaði, skrivar YLE.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV