"Shutdown" avblást

"Shutdown" avblást
Amerikanska fíggjarlógin varð í gjárkvøldið longd til at galda fram til 8. februar
 
23.01.2018 - 07:53

Tað merkir, at almennu stovnarnir lata uppaftur.

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni í Senatinum var, at 81 vóru fyri at leingja fíggjarlógina og 18 vóru í móti. Eisini í umboðsmannatinginum var meiriluti fyri uppskotinum.

Afturfyri vænta demokratarnir at fáa góða loysn fyri sonevndu DACA-børnini, - tað eru børn hjá ólógligum tilflytarum.

DACA-skipanin í klemmu

DACA verjir hesi børn, veitir trygd fyri, at tey ikki verða víst úr landinum, og at tey kunnu fáa arbeiðsloyvi. Verjan hevur tvey ára gildistíð, og kann so endurnýggjast.

Donald Trump, forseti, hevur fleiri ferðir tosað um at strika DACA-skipanina, sum Barack Obama setti í verk, men Demokratarnir vilja varðveita skipanina.

Samdir um DACA

Tí kravdu demokratarnir trygd fyri, at skipanin heldur fram, um teir skuldu taka undir við at fíggjarlógin verður longd til 8. februar, upplýsir floksformaðurin hjá demokratunum í Senatinum, Chuck Schumer.

- Eftir drúgt kjak, tilboð og mót-tilboð, eru republikanski leiðarin og eg vorðnir samdir, segði Chuck Schumer við fjølmiðlar ígjárkvøldið.

Fríggjadagin atkvøddi Senatið ímóti fíggjarlógaruppskotinum fyri almenna geiran, og tí vórðu meginparturin av almennu stovnunum stongdir.

Við ongari fíggjarlóg kann almenni geirin ikki virka, - uttan so at talan er um neyðstøðu. Tí hava fleiri hundraðtúsund amerikanarar sitið við hús síðani fríggjadagin - við ongari løn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369