- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kannabis í tingið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/d8d4d3960f7b99798fe6ac9fdcdc0508.png?itok=2AunsnTt)
Løgtingið skal í februar viðgera, um fólk skulu kunna fáa kannabis sum heilivág.
Tað er Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, sum hevur lagt uppskot til samtyktar fyri tingið, um at løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um eina royndarskipan viðvíkjandi nýtslu av medisinskum cannabis.
í viðmerkingum til uppskotið, sigur Jenis av Rana, at danska Fólkatingið samtykti einmælt tann 15. desember 2017, at ávísir sjúklingar, nevndir verða sclerosusjúklingar, krabbameinssjúklingar og sjúklingar við kroniskari pínu, í eini
royndarskipan fáa møguleika at verða viðgjørdir við natúrligum cannabisúrdráttum.
Sum nevnt er ikki talan um at gera cannabisúrdráttir fríar, men um eina skipan, umsitin av
læknum, haðani medicinskt cannabis, á ein tryggan og lógligan hátt, kann verða útskivað ávísum nágreinaðum sjúklingabólkum.
Løgtingið hevur fyrstu viðgerð av uppskotinum 7.februar.