Miðflokkurin vil hjálpa borgarstjórum í tingið

Miðflokkurin vil hjálpa borgarstjórum í tingið
Fólk hava fólkaræðisligan rætt til at vera bæði borgarstjóri og tingfólk í senn. Lógin skal broytast, sigur Miðflokkurin
Nógv umrøða hevur verið um tingsessin hjá borgarstjóranum á Tvøroyri.
 
18.01.2018 - 07:11

Ein nýggjur leikur er fluttur í drúgva talvinum um rættin hjá borgarstjórum eisini at vera í løgtinginum.

Miðflokkurin vil hava kommunustýrislógina broytta, so kommunustýrið ikki longur skal gera av, um borgarstjórin eisini kann vera løgtingslimur.

Lógin skal, sambært Miðflokkinum, siga, at borgarstjóri kann røkja onnur størv, sum eru beinleiðis fólkavald, tað vil siga borgarstjórin kann eisini vera løgtingslimur ella fólkatingslimur.

Miðflokkurin sigur, at ein borgarstjóri í fullum starvi, sum verður valdur á ting, eigur at kunna taka á seg tingstarvið, uttan at fáa loyvi frá einum meiriluta í einum kommunustýri til tess. 

Flokkurin heldur, at tað er í stríð við fólkaræðið, at nógv fólk kunnu velja fólk á ting, sum síðani ikki sleppa á ting fyri nøkrum fáum fólkum í einum kommunustýri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369