Heim og vardir bústaðir fyri 150 milliónir kr.

Heim og vardir bústaðir fyri 150 milliónir kr.
Uppskot um nýtt barnaheim, bú- og umlættingarheim til børn og ung við autismu og vardir bústaðir til menningartarnað í Havn á skránni í dag
 
18.01.2018 - 07:53

Løgtingið fer í dag at viðgera trý uppskot frá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um at byggja nýtt barnaheim, bú- og umlættingarheim til børn og ung við autismu og vardar bústaðir í Havn fyri tilsamans umleið 150 milliónir kr.

Barnaheimið verður mett at kosta 60 milliónir, bú- og umlættingarheimið til børn og ung við autismu 29 milliónir kr., og vardu bústaðirnir verða mettir at kosta 58 milliónir kr.

Á barnaheiminum verða m.a. bú- og viðgerðareindir við tilsamans 20 kømrum, ein eftirverndareind við 4-6 smáum íbúðum, og ein familjueind við 8-10 íbúðum í ymiskum støddum.

Harumframt fevnir byggingin um felags funktiónir - til dømis rørslu- og sansarúm, samrøðuhøli, undirvísingarhøli, fundarhøli, stórkøk, felags vaskarí, skrivstovueind og starvsfólkarúm. 

Samlaða gólvvíddin verður 2.000 fermetrar.

Ætlanin er at byggja nýggja barnaheimið miðskeiðis í Havn.

Bú- og umlættingarheim

Bú- og umlættingarheimið til børn og ung við autismu verður bygt á Argjum, har grundøki er keypt til endamálið.

Ætlanin er at byggja búeind til seks fólk, umlættingareind til seks fólk og dagtilboð til umleið 16 borgarar. 

Eyðgunn Samuelsen skjýtur eisini upp at byggja tveir vardar bústaðir til fólk við menningartarni.

Tvey sambýli

Byggjast skulu tvey sambýli til 36 fólk, 18 í hvørjum.

Annað sambýlið verður eftir ætlan staðsett í Hoyvík og hitt á hóskandi staði í Havn, á øki, sum Almannamálaráðið hevur at ráða yvir.

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369